- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um brexit fær avleiðingar í Føroyum
Landsstýrið hevur avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, ið skal fylgja gongdini og greina, hvørjar avleiðingar úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi um ES-limaskap kann fáa fyri Føroyar.
Arbeiðsbólkurin verður mannaður við embætisfólki úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og sendimanni Føroya í London.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið leiðir og samskipar arbeiðið. Bólkurin er settur ásannandi, at eingin veruliga dugir at siga í løtuni, hvat fer at henda næstu tíðina, og hvørjar avleiðingarnar av Brexit verða her um leiðir.
Nógvir ósvaraðir spurningar eru í sambandi til handil, fiskivinnu og onnur øki, skrivar landsstýrið í tíðindaskrivi, sum varð sent út í morgun.