Langhylurin í Havn nærkast

Langhylurin í Havn nærkast
Tórshavnar kommuna hevur boðað ÍSF frá, at ÍSF-húsið skal takast niður. Svimjihøllin í Gundadali skal um- og útbyggjast, og ein langhylur gerast
 
21.06.2016 - 11:31

Tórshavnar býráð ætlar at byggja nýggjan 50 metrar langhyl upp í verandi svimjihøll í Gundadali, á sama grundøki, sum ÍSF-húsið stendur á í dag.

Økið er kommunalt, og Tórshavnar kommuna hevur tí boðað ÍSF frá, at húsið skal takast niður. Samráðingar eru í løtuni millum Tórshavnar kommunu og ÍSF. 

Tórshavnar býráð samtykti einmælt á býráðsfundi hóskvøldið at taka undr við byggiskránni og fara undir verkætlanina at gera nýggjan 50 metrar langhyl í Gundadali.

Samráðast um økið

Talan er um langhyl, ið skal byggjast aftrat verandi svimjihøll. Tað er á sama grundøki, sum húsið hjá Ítróttarsambandi Føroya stendur á í dag. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, upplýsti á býráðsfundinum hóskvøldið, at samráðingar eru millum Tórshavnar kommunu og ÍSF um økið.

Økið er kommunalt, og tí hevur kommunan boðað ÍSF frá, at at húsið skal takast niður. Tað merkir, at ÍSF má finna aðra loysn fyri sítt virksemi. 

ÍSF er kunnað um ætlanir

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, sigur í dag, at ÍSF er kunnað um ætlanina hjá býráðnum, og at ÍSF tí er farið undir arbeiðið at finna aðra loysn. 

Hvørt talan verður um at byggja nýtt ÍSF-hús, ella felagsskapurin fer at leiga onnur høli til sítt virksemi, veit ÍSF forsetin ikki at siga í dag. 

Elin Heðinsdóttir Joensen ásannar, at talan er um eitt gott høvi hjá ÍSF, tí húsið í Gundadali nøktar ikki verandi tørv. 

SÍ EISINI Fyrsta stigið til nýggja svimjihøll

- Karmarnir eru ótíðarhóskandi til tað stóra virksemi hjá felagsskapinum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen. 

Ætlanin hjá Tórshavnar kommunu er at gera 50 metrar langhyl við átta geilum, tí við átta geilum ber eisini til at hýsa altjóða svimjikappingum í Føroyum. 

Í byggiskránni sæst, at verkætlanin verður raðfest í íløgukarminum hjá Tórshavnar kommunu árini 2018 til 2020. Mett verður, at at heildarkostnaðurin er umleið 80 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977