- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átta føroysk met á Danish Open

Føroysk svimjing tykist av álvara hava fingið ferð á aftur eftir nøkur ár við ættarliðsskifti.
Enn ein staðfesting um tað kom á Danish Open um vikuskiftið, har føroyingarnir settu ikki færri enn átta føroysk met, skrivar svimjing.com.
Harumframt eydnaðist at vinna eitt gullheiðursmerki og tríggjar bronsur.
Lea toppskorari
Lea Osberg Højsted úr Ægi var toppskorari við heili fimm metum. Tey setti hon í 100 metur bringu (tvær ferðir), 50 metur bringu og 200 metur bringu (tvær ferðir). Harafturat vann hon bronsuheiðursmerki í 200 metur bringu.
Líggjas Joensen fekk flest heiðursmerki. Ungi svimjarin úr Aalborg Svømmeklub vann gull á 1500 metur frí, og bronsu í bæði 400 og 800 metur frí. Hini metini settu Bartal Eidesgaard í 50 metur bringu og 100 metur frí og Isak Brisenfeldt í 200 metur firvald.