- Tíðindi, mentan og ítróttur
12 milliónir í Búskapargrunninum um tvey ár
Gongst sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum ætlar, vera slakar 12 mió. kr. komnar í Búskapargrunninum um tvey ár.
Eitt lógaruppskot er á veg um broytingar í lógini um Búskapargrunnin. Men gjøld frá fiskivinnuni og alivinnuni koma ikki aftur í lógina í hesum umfarinum.
Lógin um grunnin broytast
Tá landskassin hevur avlop, skal partur av avlopinum í Búskapargrunnin. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil hava Løgtingið at broyta lógina um Búskapargrunnin.
Tá avlopið er upp í 200 mió. kr., skulu 20 prosent av avlopinum í grunnin. Tá avlopið fer upp um 200 milliónir, fer helvtin av tí, sum er oman fyri 200 milliónir, í Búskapargrunnin.
Landsstýrið væntar níggju milliónir í yvirskoti í ár og 50 milliónir næsta ár. Sambært tí fara ávikavist 1,8 og tíggju milliónir krónur í Búskapargrunnin næstu tvey árini.
Skal tryggja búskapin
Landsbankin, sum skal endurstovnast, skal umsita Búskapargrunnin. Endamálið við Búskapargrunninum er tað sama sum tað var, tá hann varð stovnaður í 2011.
Hann skal fáa í lag ein tryggan, framkomnan og sjálvbjargnan føroyskan búskap. Sambært upprunaligu lógini um Búskapargrunnin skuldu millum annað tilfeingisgjøld frá fiskivinnuni og alivinnuni í grunnin.
Hetta vóru gjøld, sum komu einaferð, ikki tey árligu gjøldini. Men tær 72 milliónirnar, sum fingust fyri makrelin á uppboðssøluni í 2011, fóru ikki í grunnin.
Málið hevur skund
Lógin varð broytt í 2011, so bara inntøkur frá oljuvinnuni stóðu eftir í lógini. Ongar slíkar inntøkur hava verið. Nýggja samgongan mælir tó ikki til at fáa pengar frá fiskivinnuni og alivinnuni aftur í lógina.
Mælt verður til at kjølfesta Búskapargrunnin í stjórnarskipanini, sum samgongan ætlar at hava fólkaatkvøðu um næsta ár. Kristina Háfoss sigur, at í hesum umfari verður bara inngjaldið viðgjørt.
Tað hevur skund, tí ætlanin er at hava yvirskot í fíggjarlógini longu í ár. Útgjaldið verður dagført seinni, sigur landsstýriskvinnan.