Taka lán til at gjalda lán

Taka lán til at gjalda lán
Í morgun seldi landsstýrið fyri 1,350 mia. kr. í nýggjum lánsbrøvum. Sølan gekk skjótt og væl; longu eftir einum tíma vóru øll lánsbrøvini seld
 
14.06.2016 - 17:23

Tey vóru seld í Føroyum og uttanlands. Nýggja lánið skal rindast aftur 22. juni í 2021, um fimm ár. Lánið hevur fasta rentu, sum er 0,5%.

Effektiva rentan til íleggjarar er 0,47%. Tekningarkursurin var 100,12. Peningurin skal nýtast til at rinda lán aftur, ið fellur til gjaldingar 22. juni. Rentan á tí láninum er 3,75%.

Lántøkan lutvíst fyrireikað í Føroyum

Nýggja lánsbrævarøðin verður listað 22. juni 2016 á keypsskálunum í Íslandi og Keypmannahavn.

Fígging Landsins á Gjaldstovuni og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands.

BankNordik, Eik Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava selt lánsbrøvini í Føroyum, skrivar fígging landsins í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109