Vil vita, hvussu nógv meira kemur inn í vegskatti

Vil vita, hvussu nógv meira kemur inn í vegskatti
Løgtingsmaður vil nú hava landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum at svara sær, hvussu nógv vegskatturin fer at geva landinum í ár
 
13.06.2016 - 14:34

Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum vil hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hvussu nógv vegskatturin fer at geva landskassanum í ár, samanborið við í fjør.

Hann spyr eisini, hvussu stórur partur av meirinntøkuni stavar frá hækkingini í vegskattinum, og um landsstýrið ætlar at hækka vegskattin uppaftur meira.

Bjørn Kalsø sigur, at samgongan hevur hækkað almennu útreiðslurnar munandi, og fyri at fíggja ein part av vøkstrinum, er ein røð av avgjøldum, sum borgarar og vinnulív skulu gjalda, hækkað.

Nú Akstovan hevur sent uppkrav fyri vektgjøldini seinna hálvár, hevði verið áhugavert at vitað, hvussu stór hækkingin hevur verið, sigur Bjørn Kalsø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371