- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næstan 25 stig í Grønlandi
Næstan 25 stig í Grønlandi
Ongantíð áður hevur tað verið so heitt í junimánaði í Grønlandi, sum tá hitamátarin hjá DMI á flogvøllinum í Nuuk hósdagin máldi 24,7
11.06.2016 - 13:09
Eitt hátrýst yvir landnyrðingspartin av Grønlandi og eitt lágtrýst sunnanfyri gjørdi, at eysturættin hevði heitan vind við sær, sigur veðurfrøðingurin hjá DMI, John Cappelan, sambært Ritzau. Talan var um ein turran og heitan føhnvind, ið kom oman úr fjøllunum.
Og nýtt met kann vera á gáttini, tí dagurin í gjár var møguliga heitari enn hósdagurin. Hitamátingarnar skulu tó fyrst kannast, áðrenn tað kann staðfestast, sigur DMI.
Gamla metið var frá 15. juni í 2014, tá 23,2 stig vóru mátað í Kangerlussuaq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV