- Tíðindi, mentan og ítróttur
10.000 flóttafólk druknað síðani 2014
Talsmaðurin fyri flóttafólkastovnin hjá ST, UNHCR, Adrian Edwards, sigur, at í 2014 druknaðu 3.500 fólk, í fjør 3.771, og higartil í ár eru umleið 3.000 fólk druknað í Miðjarðarhavinum.
Síðani í januar eru 204.000 flóttafólk og tilflytarar komin um Miðjarðarhavið til Evropa, vísir uppgerðin hjá ST. Flestu bátarnir, sum eru gingnir burtur við flóttafólki, komu úr Libya.
SÍ EISINI Revsa lond ið siga »nei« til flóttafólk
ES fer í næstum at kunngera eina ætlan, sum hevur til endamáls at nýta pening úr ES-grunnum at gera íløgur í afrikansk lond, haðani flóttafólkini koma.
Ætlanin er eisini at senda flóttafólk og tilflytarar skjótari aftur til afrikansk lond, Pakistan og Afganistan, tá tað er greitt, at tey ikki fáa støðu sum flóttafólk í evropeiskum londum.