- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um váðaráð aftur á veg í tingið
Undanfarna landsstýrið ætlaði, at danska váðaráðið eisini skuldi virka í Føroyum. Tað ætlaði Vinnumálaráðið í januar í fjør.
Tað ætlaði tá at fáa Løgtingið at broyta lógina um tryggingarvirksemi, so danska váðaráðið, Det Systemiske Risikoråd, kundi virka á tryggingarøkinum í Føroyum, tí tryggingar eru yvirtikið málsøki.
Det Systemiske Risikoråd varð stovnað í 2013. Í donsku lógini frá 2012 um Det Systemiske Risikoråd stendur, at danski vinnumálaráðharrin kann gera avtalu við landsstýrið um, at ráðið eisini kann virka á tryggingarøkinum í Føroyum.
SÍ EISINI Vit skulu hava egið Fíggjarligt váðaráð
Danska vinnumálaráðið spurdi longu í 2012, um nýggja ráðið eisini skuldi virka á tryggingarøkinum í Føroyum. Uppskotið um danska váðaráðið og tryggingarnar í Føroyum kom tó ongantíð í Løgtingið, hóast tað var komið so langt, at tað var sent til hoyringar.
Løgtingið hevur longu samtykt, at Det Systemiske Risikoråd eisini umfatar peningastovnarnar í Føroyum, tí tað málsøkið er ikki yvirtikið.
Tjóðveldi kom í fjør vár við uppskoti um føroyskt váðaráð. Men tað uppskotið fall. Men nu er uppskot um Váðaráð Føroya aftur á veg í Løgtingið, hesa ferð frá landsstýrinum.