- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst 11 latið lív í atsókn
Ein bumbuspreinging í Istanbul í Turkalandi hevur í morgun kravt í minsta lagi 11 mannalív, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.
Ein bussur við løgreglufólkum varð sprongdur í luftina við eina løgreglustøð í Istanbul í meldurtíðini í morgun sambært tíðindastovuni.
Greinin heldur fram niðanfyri
BREAKING: Top official says a car bomb attack targeted a police vehicle in Istanbul, killing 11 people. https://t.co/t68XIUmJTh
— The Associated Press (@AP) June 7, 2016
Sjey av teimum deyðu eru løgreglufólk, upplýsa myndugleikarnir í kjalarvørrinum á spreingingini, sum var í Istanbul í morgun.
Fleiri útlendskar tíðindastovur vilja vera við, at talið á deyðum eftir spreingingina í morgun er størri enn 11, men hesi tíðindi eru kortini ikki váttað í løtuni.