Áir leypa í París

Áir leypa í París
Ógvisligt áarføri í Fraklandi seinastu dagarnar hevur havt við sær, at Seine-áin, ið rennur gjøgnum franska høvuðsstaðin, París, er lopin
Bátar liggja sunnarliga í Paris, har St. Mammes-veitin kemur í Seina-ánna, sum er rættiliga stór í løtuni
Mynd: AP  
 
03.06.2016 - 09:03

Seine-áin er øgiliga stór og verður væntandi metrar størri seinnapartin enn vanligt. Myndugleikarnir í býnum hava stongt fleiri kend søvn.

Søvnini eru nærhendis áarbakkanum, eitt nú heimskenda listasavnið Louvre. Savnsfólk hava seinastu dagarnar tryggja savnið, og listaverk eru flutt úr bygningunum.

Í fleiri býum í Týsklandi, Belgia og Hollandi hevur áarførið elvt til skaða. Hildið verður, at áarførið hevur kravt 11 mannalív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109