- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja umaftur eftir aðalstjóra
Søkja umaftur eftir aðalstjóra
Løgmaður hevur gjørt av at lýsa aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum av nýggjum
03.06.2016 - 13:38
Tað hevur drigið út at seta nýggjan aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Og tað fer at draga enn longur út, sambært eini fráboðan frá Løgmansskrivstovuni.
- Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum, sigur løgmaður.
Tíggju umsóknir vóru til aðalstjórastarvið, tá tað varð lýst leyst. Av teimum tíggju vórðu tvær umsóknir tiknar aftur, upplýsir Løgmansskrivstovan.
Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum skuldi eftir ætlan verða sett fyrsta mai. Starvið varð lýst leyst í februar, og freistin at søkja starvið var 7. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV