- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri yvirgangsætlan
Dømdur fyri yvirgangsætlan
Ein 20 ára gamal maður, sum hevði útvegað sær til til eina bumbu, er dømdur fimm ára fongsul fyri at hava fyrireikað eina yvirgangsætlan í Svøríki
Mynd: Touristmaker.com
02.06.2016 - 15:42
Av tí at maðurin er yngri enn 21 ár, er fongsulsrevsingin lækkað úr seks niður í fimm ár. Maðurin varð varðhaldsfongslaður 11. februar, tí hann var undir illgruna fyri at hava ætlað at gera eina bumbu.
Ákæruvaldið segði, at maðurin hevði útvegað sær løg við tí endamáli at bresta eina sjálvmorðsbumbu, so hann kundi gerast pínslarváttur.
Í juni í fjør varð maðurin tvær ferðir steðgaður í Turkalandi, tá hann, sambært ákæruvaldinum, royndi at sleppa til Sýria at kríggjast saman við Islamskum stati.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV