Broytingar kanska aftur í tingið

Broytingar kanska aftur í tingið
Broytingar í rættargangslógini skulu kanska aftur í Løgtingið í sambandi við, at samkynd skulu fáa loyvi at gifta seg
 
02.06.2016 - 08:07

Kanska skulu broytingarnar í rættargangslógini í sambandi við, at samkynd skulu fáa loyvi at gifta seg, aftur í Løgtingið, áðrenn støða kann takast til lógarbroytingarnar í Danmark.

Løgmansskrivstovan hevur sent danska Løgmálaráðnum broytingina, sum Løgtingið samtykti 29. apríl, og løgmaður staðfesti 9. mai.

Til viðgerðar í Løgmálaráðnum

Ríkislógartilmælið er nú til viðgerðar í Løgmálaráðnum. Rættargangslógin skal broytast, fyri at samkynd, sum eru gift, eisini skulu hava møguleikan at skiljast.

Verður niðurstøðan í Løgmálaráðnum tann, at neyðugt er at gera aðrar broytingar í lógini enn tær, sum Løgtingið hevur samtykt, skal málið aftur í Løgtingið, so tingið kann taka støðu til lógarbroytingarnar, sum eru kravdar afturat teimum, sum Løgtingið longu hevur samtykt.

Sjálv hjúnabandslógin er í danska Almanna- og innanríkismálaráðnum. Har kanna tey nú, hvussu kongaliga fyriskipanin um hjúnabandið kann broytast sambært samtykta upskotinum hjá Løgtinginum.

Kann ikki fremjast eftir ríkislógartilmælinum

Almanna- og innanríkismálaráðið hevur longu svarað Heilsu- og innlendismálaráðnum, at broytingin ikki kann fremjast júst eftir samtykta ríkislógartilmælinum.

Nú verður kannað í Almanna- og innanríkismálaráðið, hvussu hetta lógartøkniliga kann loysast. Og tað skal samskipast saman við fleiri øðrum donskum myndugleikum.

Fólkatingið fer í summarferiu nú og kemur ikki saman aftur fyrr enn fyrst í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109