- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landskassahallið minni enn væntað
Raksturin hjá landskassanum, íløgur og útlánsúrslit kostaðu í fjør nógv minni enn fíggjarlógin fyri 2015 segði.
Úrslitið var góðar 78,5 mió. kr. í halli. Í fíggjarlógini vóru játtaðar góðar 173,6 milliónir.
Nettokassaúrslitið hjá landskassanum var góðar 156 mió. kr. í halli. Sambært fíggjarlógini fór tað at verða 197,5 mió. kr.
Tá góðar 888 milliónir vóru goldnar av skuldini hjá landskassanum, gjørdist bruttokassaúrslitið eina milliard og 45 milliónir krónur. Neyðugt varð at læna hesar pengar fyri at fáa javnvág í kassaúrslitið.
Skuldin upp um seks milliardir
Løgtingið hevur fingið landsroknskapin fyri 2015.
Skuldin hjá landskassanum fór upp um seks milliardir krónur í fjør.
Landskassin fekk 20 milliónir meira í skatti, avgjøldum og ríkisstuðli enn mett varð í fjør. Og raksturin kostaði góðar 40 mió. kr. minni enn talið í fíggjarlógini.
Stór eftirlønarskylda
Sambært landsroknskapinum fyri 2015 skyldar landskassin tænastufólkum, landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum 3,3 milliardir krónur í eftirløn.
Landsstýrisfólk og løgtingsfólk eiga 320 míó. í eftirløn. Tað hevði kostað landskassanum 3,3 mia. kr., skuldi landið keypt seg leyst av eftirlønarskylduni nú, sigur Gjaldstovan.