- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendskur ráðharri vitjar
Íslendski mentamálaráðharrin, Illugi Gunnarsson, er á almennari vitjan í Føroyum í dag og í morgin.
Í dag vitjar ráðharrin Mentamálaráðið, Dagstovnin á Hamrinum, Skúlan á Argjahamri, Glasir í Marknagili, Norðurlandahúsið, Kringvarpið, Listasavnið og Tinganes.
Í morgin verður farið út í Koltur við tyrlu og síðani í Vágoy, har sum vitjað verður í dagsstovninum Miðgarði í Miðvági.
Føroyski ráðharrin vitjaði í fjør
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, er vertur hjá íslendska mentamálaráðharranum. Rigmor Dam var á almennari vitjan í Íslandi í fjør heyst.
Har fekk hon hópin av íblástri, sigur hon, eitt nú um eitt fyrimyndarligt landsumfatandi átak um málsliga menning hjá børnum.
Illugi Gunnarsson varð valdur í Altingið í 2007. Hann var formaður í tingbólkinum hjá Sjálfstæðisflokkinum, til hann gjørdist ráðharri fyri trimum árum síðani.