- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mossack Fonseca letur aftur fleiri skrivstovur
Advokatskrivstovan í Panama, Mossack Fonseca, ið hevur hjálpt fólki undan skatti, hevur latið skrivstovur sínar aftur á Jersey, Isle of Man og Gibraltar. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Panama-skjølini komu øll frá Mossack Fonseca og avdúkaðu, at advokatskrivstovan í samstarvi við bankar, teirra millum Nordea og Jyske Bank, bjóðaði seg fram við skuffu-feløgum at hjálpa fólki at fjala pengar fyri skatta-myndugleikunum. Tað vóru hesi skjøl, sum kostaðu íslendska forsætisráðharranum, Sigmundi Davíð Gunnlaugsson, sessin.
Aðrir politikarar eru eisini avdúkaðir, m.a. nærmasti skarin kring russiska forsetan Vladimir Putin, ið hevur fjalt milliardir. Og rík ítróttarfólk hava eisini brúkt møguleikan at sleppa sær undan skatti, teirra millum fótbóltsstjørnan Lionel Messi.