Jóhan á Plógv er danmarkarmeistari

Jóhan á Plógv er danmarkarmeistari
Jóhan á Plógv Hansen er danmarkarmeistari í hondbólti við felag sínum, Bjerringbro-Silkeborg
Bjerringbro-Silkeborg og Johan á Plógv hava vunnið DM
Mynd: bjerringbro-silkeborg.dk  
 
29.05.2016 - 09:29

Jóhan og og teir vunnu eisini seinnu DM-finaluna móti Team Tvis Holsterbro, ið varð spæld í gjárkvøldið. Úrslitið var 26-25.

Føroyingurin var ógvuliga eyðsýndur í finaluni. Hann spældi at kalla allan dystin og skeyt fimm mál av høgra vongi.

Jóhan á Plógv Hansen er fyrsti føroyingur, sum hevur vunnið danmarkarmeistaraheitið í bestu mansdeildini í hondbólti.

Umframt at hava vunnið DM-gull, so hevur Bjerringbro-Silkeborg eisini tryggjað sær luttøku í Champions League næsta kappingarár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791