- Tíðindi, mentan og ítróttur
Listin til forsetavalið klárur
Tíggju stillaðu upp, men ein hevði ov fáa stillarar, so hansara uppstilling varð vrakað. 21 fólk boðaðu frá, at tey ætlaðu at stilla upp, men tá avtornaði, sendu tíggju teirra Innanríkisráðnum uppstilling.
Av teimum níggju valevnunum hevur søgufrøðingurin Guðni Thorlacius Jóhannesson higartil fingið nógv ta størstu undirtøkuna í veljarakanningum.
Næstur honum er Davíð Oddsson, blaðstjóri, fyrrverandi forsætisráðharri og borgarstjóri í Reykjavík. Forsetin, sum verður valdur 25. juni, tekur við eftir Ólaf Ragnar Grímsson, sum hevur verið forseti í Íslandi í 20 ár.
Níggju valevni er nógv tað mesta á einum forsetavalevni í Íslandi. Í 2012 vóru seks valevni. Fyrstu ferð, forsetaval var, tað var í 1952, vóru trý valevni. Annars hava verið tvey til fýra valevni.