- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin uppum 50 dollarar
Oljuprísurin er nú farin uppum 50 dollarar fyri tunnuna, og tað er fyrstu ferð síðani í november í fjør. Tað skrivar Wall Street Journal.
Seinastu mánaðirnar er prísurin av olju hækkaður støðugt, síðani hann lækkaði úr 122 dollarum, niður í umleið 30 dollarar fyri tunnuna.
Nú prísurin fór uppum 50 dollarar fyri tunnuna, er prísurin hækkaður við umleið 80 prosentum síðani í januar.
Skógareldur togar prísin upp
Greinarar vísa á, at orsøkin, til at oljuprísurin nú hækkar aftur, fyrst og fremst kemur av, at skógareldurin í Kanada hevur verið til ampa fyri oljuvinnuna har.
Støðan í Nigeria er ótrygg, tá talan er um sølu av olju. Samstundis vísti ein amerikansk uppgerð, at amerikansku oljugoymslurnar eru minni enn roknað varð við.
Í næstu viku fara tey 13 londini, sum eru limir í oljufelagskapinum, OPEC, at hava fund, og tað kann aftur ávirka oljuprísin, vísa eygleiðarar á.