Myndugleikarnir rannsaka Google-skrivstovur

Myndugleikarnir rannsaka Google-skrivstovur
100 fólk hjá fronsku skattamyndugleikunum hava gjørt rannsóknir hjá Google. Leitað verður eftir prógvum í milliardamáli um skattaundandrátt
 
25.05.2016 - 11:03

Høvuðsskrivstovan hjá Google í París varð týsmorgunin rannsakað eftir boðum frá skattamyndugleikunum í Fraklandi, skrivar finans.dk

Rannsóknin kemur í kjalarvørrinum á eini kanning í fjør, tá fronsku myndugleikarnir kannaðu um Google hevur svikað við skatti.

Avvísa skuldsetingunum

Málið snýr seg um inngjald av írestandi skatti. Myndugleikarnir halda fast við, at Google skal gjalda umleið 12 milliardir krónur í írestandi skatti.

Google vísir í tíðindaskrivi øllum øllum skuldsetingunum aftur. Fyritøkan sigur seg halda lógina og at samstarva við myndugleikarnar.

Fleirtjóða fyritøkur hava seinnu árini verið fyri atfinningum, tí tær hava flutt yvirskot úr londum við høgum skatti til lond, ið hava lágan skatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946