Oljuprísurin lækkar aftur

Oljuprísurin lækkar aftur
Oljuprísurin lækkar aftur, fimta dagin á rað, eftir at hann hækkaði nakað frammanundan. Ein tunna kostar nú umleið 48 dollarar
Oljuprísurin lækkar aftur, og ein tunna av olju kostar nú góðar 48 dollarar
 
24.05.2016 - 17:49

Orsøkin, til at oljuprísurin aftur lækkar, er, at í Kanada fer oljuvinnan at byrja aftur í økinum har stóri skógareldurin var, eftir at kaldari og vátari veður er á leiðini.

Har var oljusølan umleið eina millión tunnur um dagin, og oljusølan hevur mest sum ligið still síðani fyrst í mai.

Amerikonsku oljugoymslurnar minkaðar

Amerikansku oljugoyslurnar eru minkaðar við tveimum milliónum tunnum, fer orkustovnurin at almannakunngera í morgin, mikudagin.

Líkt er til, at oljuprísurin hevur lagt seg á eitt nøkulunda trygt støði eina tíð, halda greinarar, tí enn er óvist við olju úr Nigeria og í øðrum pørtum av heiminum er støðan eisini ótrygg.

Oljuprísurin er nú góðar 48 dollarar fyri tunnuna, eftir at hann eitt skifti táttaði í 50 dollarar fyri tunnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109