Russar koma at kanna men ikki fyrr enn í heyst

Russar koma at kanna men ikki fyrr enn í heyst
Russiski matvørumyndugleikin hevur útsett eftirlitsferðina til Føroya
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur úr at gera við at útvega tilfar, sum russiski matvørumyndugleikin hevur biðið um.
 
22.05.2016 - 13:00

Russiski matvørumyndugleikin, Rosselkoznadzor, hevur nú boðað frá, at hann sendir fólk til Føroya í heyst, tá føroyingar fiska sild og makrel.

Annars skuldi eftirlitsvitjanin vera nú í mai ella juni.

Men nú hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan fingið at vita, at russisku eftirlitsfólkini koma ikki fyrr enn í heyst.

Umframt at kanna uppsjóvarfiskin vilja eftirlitsfólkini síggja alilaks verða kruvdan.

Síðani 2008, tá russiski matvørumyndugleikin fyrstu ferð var í Føroyum, er føroyski útflutningurin til Russlands vaksin nógv. Hann fór upp um milliardina í 2014.

Spyrja nógv

Slíkar eftirlitsvitjanir úr Russlandi krevja nógv arbeiði á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Russar hava biðið um eina rúgvu av upplýsingum um fiskivinnu og alivinnu í Føroyum, um lóggávu og eftirlit og biðið er eisini um tekningar og aðrar upplýsingar um tey 33 føroysku virkini, sum sleppa at útflyta til Russlands.  

Síðst, Rosselkhoznadzor var á eftirlitsvitjan í Føroyum, var á heysti 2013.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946