Stevna Putin eftir endurgjaldi

Stevna Putin eftir endurgjaldi
Avvarðandi hjá 33 av teimum sum lótu lív, tá eitt flogfar varð skotið niður yvir Ukraina, krevja stórt endurgjald frá russiska forsetanum
 
21.05.2016 - 15:41

Næstringar hjá teimum sum lótu lív, tá eitt flogfar varð skotið niður yvir eystara partinum av Ukraina í 2014, fara nú at stevna russiska forsetanum, Vladimir Putin, eftir endurgjaldi. Tey fara at reisa endurgjaldskravið við Europeiska mannarættindadómstólin.

Tað skrivar blaðið, Sydney Morning Herald.

Europeiski mannarættindadómstólurin hevur fingið kravið frá 33 australskum, ný sælendskum og malaysiskum familjum, og tað er eitt australskt løgfrøðingafelag sum hevur sent kravið.

Endurgjaldskravið er stórt, 48 milliónir kr. fyri hvørt av deyðu ferðafólkunum.

Í grundgevingini fyri kravinum, verður sagt, at Rusland við vilja hevur roynt at dult sín leiklut í hendingini.

Løgfrøðingurin, Jerry Skinner, sigur við blaðið, at familjurnar vilja hava, at onkur verður drigin til svars fyri hendingina. Og av tí sama er endurgjaldskravið so stórt, sigur hann.

Í fjør komu hollendskir serfrøðingar til ta niðurstøðu, at flogfarið varð rakt av eini rakett.

Í februar søgdu onnur kanningarfólk, at tey um ikki so langa tíð kunnu boða frá, hvaðani rakettin varð skotin, sum rakti flogfarið.

Familjurnar hjá øðrum av teimum deyðu, hava boðað frá, at tey ætla at stevna flogfelagnum, Malaysia Airlines eftir endurgjaldi fyri mista inntøku.

Flogfarið, MH17, varð skotið niður yvir eystara partinum av Ukraina 17. juli í 2014. Øll tey 298 fólkini sum vóru umborð, lótu lív.

Flogfarið var á veg úr Hollandi til Malaysia, tá tað varð skotið niður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109