- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sam og tyrlan við farmi til Dímunar
Sam og tyrlan við farmi til Dímunar
85 tons av byggitilfari vórðu flutt í land
Mynd: Atlantsflog
20.05.2016 - 11:07
Fyrrapartin í gjár vórðu 85 tons av byggitilfari flutt av dekkinum á Sam í land í Stóru Dímun.
Tyrlan hjá Atlantic Airways flutti tilfarið í land.
Sam var á Tvøroyri klokkan eitt hósnáttina. Lastað var um náttina, og klokkan seks fór Sam av Tvøroyri.
Tyrlan fleyg millum Sam og land
Klokkan átta í gjáramorgunin byrjaði tyrlan at flúgva millum Sam, sum lá vestan fyri oynna, og Dímun.
Hálvan triðja tíma seinni vórðu øll 85 tonsini komin í land, og Sam setti kósina móti Klaksvík.
Arbeiðið gekk av tí besta, og líkindini vóru góð.
Útoyggjarnar hava rætt til tveir slíkar farmatúrar um árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV