- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roynir semju millum arbeiðsgevarar og flogskiparar
Semingsstovnurin hevur seinastu dagarnar havt fundir við Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um nýggjan sáttmála.
Terji Sigurðsson, semingsmaður sigur, at steðgur verður um vikuskiftið, tí ymisk viðurskifti skulu kannast.
Klokkan eitt mánadagin verður fundur aftur við Flogskiparafelagið, og týsdagin er ætlanin at fara undir eina semingsroynd ímillum partarnar.
Boðsendur hvítusunnuaftan
Semingsstovnurin varð boðsendur hvítusunnuaftan, tí Flogskiparafelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag kundu ikki semjast um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi tann 31.mars.
Tann sáttmálin er síðani longdur tvær ferðir.
Semingsstovnurin hevur eina ferð fyrr verið uppi í samráðingunum hjá flogskiparunum hjá Atlantic Airways. Tað var í 2010, og tá varð sáttmálin longdur eitt ár.