Hava funnið vrakpetti av flogfarinum

Hava funnið vrakpetti av flogfarinum
Vraklutir eru funnir 150 fjórðingar norðan fyri egyptiska havnarbýin Alexandria
 
20.05.2016 - 11:41

Egyptiski herurin upplýsir, at vrakpetti eru funnin av flogfarinum hjá EgyptAir, sum hvarv í gjáranáttina, skrivar Reuters.

Ein talsmaður fyri egyptiska herin sigur, at egyptisk flogfør og herskip hava funnið vrakpetti og eisini onkrar lutir hjá ferðafólki umleið 150 fjórðingar norðan fyri egyptiska havnarbýin Alexandria.

Hildið verður fram at leita eftir svørtu kassunum í flogfarinum. 

Eisini EgyptAir hevur váttað, at vrakpetti er funnin. 

Sýnir samkenslu

Egyptiski forsetin, al-Sisi, hevur sýnt samkenslu við avvarðandi hjá teimum, sum vóru við flogfarinum.

66 fólk vóru við flogfarinum, sum hvarv, tá tað var á veg úr París til Kairo gjáranáttina.

Skip úr Egyptalandi, Fraklandi, Grikkalandi og Bretlandi leita eftir vrakinum av flogfarinum í Miðjarðarhavinum. 

Kanningarfólk úr Fraklandi og Bretlandi eru eisini komin til Egyptalands at hjálpa myndugleikunum at kanna, hví flogfarið datt niður.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109