- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norskur granskingarstovur vil kanna havbotnin
Norski granskingarstovnurin fyri polarviðurskifti heitir nú á norsku stjórnina um at játta meiri pening til havgransking, tí verandi fatan av havtilfeingi er sera grunnskygd.
- Vit vita í dag meiri um landsslagið á Mánanum, enn vit vita um lív frá vatnskorpuni niður á havbotnin. Á sama hátt sum USA á sinni setti Apollo-verkætlanina í verk, sum hevði til endamáls at granska rúmdina, so eiga vit í dag at stovna eina verkætlan á sama stigi, sum hevur til endamáls at granska havbotnin, segði Jan-Gunnar Winther, stjóri á norska polargranskingarstovninum við NRK.
Havið kann veita føði til vaksandi fólkatalið
Fólkatalið í heiminum bara veksur - og tað ger eftirspurningurin eftir mati, orku og øðrum evnum eisini. Framskrivingar vísa, at um 40 ár verða tað umleið 10 milliardir fólk Tí er umráðandi at fáa eina heildarfatan av, hvat annað er í havinum enn bara fiskur.
Jan-Gunnar Winther vísir millum annað á, at herfyri mæltu norskir myndugleikar til at veiða 165.000 tons av reyðæti í norksum sjógvi.
"At læra okkum at gagnnýta reyðæti, krill og annað tilfeingi í havinum betur kann nøkta stóra eftirspurninginum eftir proteinum, sum er í heiminum," sigur hann við NRK.
Noreg kann ganga á odda
Hann leggur afturat, at havumsitingin hjá Noregi hevur leingi tíð verið burðardygg.
"Vit hava víst, at vit kunnu ganga á odda fyri allan heimin fyri at fáa sum mest burturúr havinum uttan at oyða tað tilfeingi, vit hava. Tí eiga vit miðvíst at fara til verka at granska havbotnin neyvari," sigur norski vísindamaðurin.