Floksformenn á fund um stjórnarskipanina

bannari
Floksformenn á fund um stjórnarskipanina
Í næstu viku fáa formenninir í politisku flokkunum fundarboð frá løgmanni um stjórnarskipanina, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
 
09.05.2016 - 11:36

Sambært samgonguskjalinum skal nýggj føroysk stjórnarskipan staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. 

Lógin um stjórnarskipanina, sum sambært løgmanni skal leggjast fyri løgtingið í heyst, skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. 
Fólkaatkvøða verður um stjórnarskipanina í seinasta lagi í 2017 stendur í samgonguskjalinum.

Ætlanin er, at floksformenninir skulu gera lógaruppskotið við serkønari hjálp frá embætisfólkum á Løgmansskrivstovuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859