Einki ómaksgjald og nógv longri fyrningarfreist

Einki ómaksgjald og nógv longri fyrningarfreist
Brúkaraumboðið bað Strandferðsluna broyta mannagongd fyri tíggjutúrakortini, sum skulu gjaldast aftur
Strandferðslan gjørdi ov nógv av, tá tíggjutúrakortini skuldu gjaldast aftur.
 
08.05.2016 - 16:31

Hvør króna skal gjaldast aftur, og fyrningarfreistin er ikki tveir mánaðír, men fimm ár. 

Brúkaraumboðið, sum fekk tvær kærur um mannagongdina hjá Strandfaraskipum landsins, tá tíggjutúrakortini skuldu gjaldast aftur, bað stovnin broyta mannagongdina.

Strandferðslan boðaði frá, at virðið á óbrúktum klippum á tíggjutúrakortum kundi flytast á eitt virðiskort.

Men fyrst vórðu hálvthundrað krónur tiknar av í ómaksgjaldi. Og fólk fingu bara tveir mánaðir at gera vart við seg.

Ikki í lagi

Men Brúkaraumboðið helt ikki, at hetta bar til. Fyrningarfreistin er fimm ár, ikki tveir mánaðir. 

Og heimild var ikki at brúka 50 krónur av virðinum á tíggjutúrakortinum til ómaksgjald.

Nú hava Strandfaraskip landsins so broytt mannagongdina í samráði við Brúkaraumboðið. Einki ómaksgjald verður  kravt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946