- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmálarnir longdir
Sáttmálarnir longdir
Sáttmálarnir millum Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini eru longdir til á midnátt í kvøld
04.05.2016 - 08:04
Tað kunngjørdi Føroya arbeiðsgevarafelag seint í gjárkvøldið. Sáttmálarnir, sum annars vóru galdandi til 1. mai, vórðu longdir til á midnátt í gjárkvøldið.
Men samráðingarnar um nýggjar sáttmálar eru ikki lidnar, og tí eru gomlu sáttmálarnir longdir eitt samdøgur. Sáttmálasamráðingarnar halda fram í morgun.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV