Vísir málinum frá sær

Vísir málinum frá sær
Føroya rættur hevur víst frá sær sakarmálinum, sum Henrik Weihe Joensen byrjaði í august í fjør við at stevna Fiskimálaráðnum
 
03.05.2016 - 12:27

Føroya rættur skal ikki avgera, um Løgtingið kann gera lógir um arbeiðið hjá politinum. Ein serliga nevnd við føroyingum og dønum viðger slík ivamál, sigur heimastýrislógin.

Maðurin, sum stevndi Fiskimálaráðnum, tí grindalógin sambært honum er ógildug, kann ikki fara í rættin við Fiskimálaráðnum.

Føroya rættur hevur víst frá sær sakarmálinum, sum Henrik Weihe Joensen byrjaði í august í fjør við at stevna Fiskimálaráðnum.

Løgtingið hevur ikki heimildir

Henrik Weihe Joensen vildi hava Fiskimálaráðið dømt at viðganga, at grindalógin er ógildug og hevur ongan rættarvirknað. Orsøkin er, at í grindalógini, sum kom í fjør, eru ásetingar um arbeiðið hjá politinum.

Løgtingið hevur onga heimild at gera lógir um politiið, tí politiið er danskt málsøki. Henrik Weihe Joensen sigur eisini, at grindalógin er brot á grundlógina, tí í henni fekk politiið heimild at halda fólki aftur í meira enn 24 tímar uttan at fara í rættin við teimum.

Fiskimálaráðið helt uppá, at sambært heimastýrislógini avger ein serlig nevnd, og ikki dómsvaldið, um eitt málsøki er føroyskt ella danskt lóggávuøki, tað er, um føroyskir myndugleikar ella ríkismyndugleikarnir gera lógirnar.

SÍ EISINI Krevur at nýggja grindalógin verður ógildug

Harafturat hevur Henrik Weihe Joensen ikki so stóran rættarligan áhuga í málinum, at hann kann stevna.

Henrik Weihe Joensen segði, at grindalógin viðkemur øllum føroyingum, so tí hevur hann rættarligan áhuga í málinum.

Føroya rættur gevur Fiskimálaráðnum rætt í, at dómsvaldið kann ikki avgera, um lógir skulu gerast í Føroyum ella í Danmark

Fekk frían rættargang

Føroya rættur sigur eisini, at Henrik Weihe Joensen hevur ikki rættarligan áhuga í grindalógini.

Hann kann tí ikki royna uppáhald sítt um lógina í rættinum. Tí er avgerðin hjá Føroya rætti stutt: sagen afvises.

Henrik Weihe Joensen skal rinda Fiskimálaráðnum 15.000 kr. í sakarkostnaði. Men hann søkti um og fekk frían rættargang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Morgunlestur hósdagur 6.februar 2025
186663
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155