- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnarfólk vilja búgva í íbúðum
Íbúðir fara at seta sín dám á bústaðarbyggingina í Havn næstu árini, upplýsir Tórshavnar kommuna. Nú eru sjey prosent av bústøðunum í kommununi íbúðir, upplýsir kommunan á heimasíðuni.
Kommunuætlanin verður dagførd næsta ár. Og býráðið vil fegin frætta frá fólki í kommununi, hvat tey vilja hava við í ætlanina. Ætlanin er framvegis, at fólkatalið í kommununi skal vaksa eitt prosent um árið.
Brúk fyri 2.040 nýggjum bústøðum
Tvey tey seinastu árini er fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaksið ávikavist 1,4 og 1,5 prosent. Mett verður, at veksur fólkatalið sambært forsøgnini, er brúk fyri 2.040 nýggjum bústøðum.
Á sama hátt sum í øðrum vesturlendskum londum verður roknað við, at húskini í Føroyum gerast 10 prosent minni komandi 16 árini. Tá vera í miðal 2,45 fólk í hvørjum húski í Føroyum.
Við væntaða vøkstrinum fram til 2030 verða 400 børn afturat í aldrinum 0-6 ár í Tórshavnar kommunu. Tí verður brúk fyri seks nýggjum dagstovnum. Og brúk verður fyri 210 nýggjum bústøðum til fólkapensjónistar.