Strandarlondini spæla við eld

Strandarlondini spæla við eld
Tey fiska alt ov nógvan makrel og svartkjaft. Útlit eru fyri, at í ár verða fiskað 1,1 miljón tons bæði av makreli og svartkjafti
 
29.04.2016 - 11:24

Viðvíkjandi makrelinum er talan um 64 prosent meira enn fiskifrøðingarnir í ICES mæla til. Og svartkjafturin fer 39 prosent upp um vísindaligu ráðini.

Nú rópar Þorsteinn Sigurðsson á íslendska havrannsóknarstovninum varskó. - Hetta er at spæla við eld, sigur hann við Fiskifréttir, tí alt ov nógv verður fiskað. 

Semja er ikki um, hvussu londini skulu býta makrelin og svartkjaftin millum sín. 

Tí áseta londini sær sjálvum kvotur, sum, tá tær verða lagdar saman, fara langt upp um tað, sum fiskifrøðingar halda, at stovnarnir tola.       

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109