Ivasamt um uppskotið um elprísir kemur úr nevnd

Ivasamt um uppskotið um elprísir kemur úr nevnd
Kristin Michelsen sigur, at nevndin hevur ikki avgreitt uppskotið, tí so nógv ivamál eru framvegis
Mynd: Alexander Gaard  
 
29.04.2016 - 09:32

Hóast landsstýriskvinnan í orkumálum broytti lógaruppskotið um at selja teimum bíligari streym, sum brúka streym í staðin fyri olju at hita húsini, er ivasamt, um lógaruppskotið kemur aftur úr Rættarnevndini.

Formaðurin í nevndini, Kristin Michelsen, sigur, at avgjørt verður í dag, um nevndin skal hava ein fund afturat um málið og skriva álit.

Nógv ivamál

Kristin Michelsen sigur, at nevndin hevur ikki avgreitt uppskotið, tí so nógv ivamál eru framvegis.

Stórt ivamál er um lógaruppskotið hjá Sirið Stenberg er í samsvari við sjálva stýrisskipanarlógina, - tað siga løgfrøðingarnir hjá løgtinginum og Lógartænastan hjá løgmanni. Tey hava eftirkannað lógaruppskotið.

Báðar løgfrøðiligu eftirkanningarnar hava ta niðurstøðu, at her er talan um skatt, tí munur verður gjørdur á kundunum hjá SEV. Nøkur fara at rinda meira fyri streymin enn hann kostar at gera. 

Skattur ella avgjald

Landsstýrið kann ikki, sum lógaruppskotið sigur, í kunngerð áseta elprísir, sum eru at meta sum skattur. Bara løgtingið kann við lóg áseta skatt og avgjøld.

Rættarnevndin hevur fingið broytingaruppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu. Sambært tí kunnu tey, sum hita við streymi, fáa upp í 40 oyru uttan meirvirðisgjald í avsláttri fyri kilowatttíman.

Avmarkað frælsið

Men lógarbroytingin sigur framvegis, at landsstýrisfólkið fær heimild at góðkenna, at ymiskir elprísir verða ásettir fyri ymiskar kundabólkar.

Við at seta 40 oyru sum ovara mark er frælsið at áseta prísir kortini avmarkað, stendur í viðmerkingunum hjá Innlendismálaráðnum. 
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653