- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lækkingin vardi ikki leingi
Karsten Hansen, landsstýrismaður, lækkaði 1.januar í fjør prísirnar á heilivági.
Sirið Stenberg, sum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum, ætlar at hækka vinningsprosentið hjá apotekunum úr 13 upp í 15 prosent.
Orsøkin er, sum skilst, fíggjarstøðan hjá Apoteksverkinum.
Ov lítil søla
Havbúnaðarfelagið, sum fekk uppskotið um kunngerðina til hoyringar, heldur seg vita, at neyðugt er at hækka prísirnar, tí heilsuverkið fyriskipar bíligari heilivág og alivinnan ikki keypir so nógvan heilivág sum í fjør.
Felagið undrast á, at neyðugt er hækka heilivágsprísin, tí alingin brúkar minni heilivág.
Skattur ella príshækking
Havbúnaðarfelagið vísir á, at tá almenn gjøld verða ásett í kunngerð, skulu gjøldini ikki vera hægri enn tað, sum tað kostar at veita tænastuna. Annars er talan um skatt, sum ikki kann ásetast í kunngerð.
Eingin haldgóð grundgeving er fyri at varðveita einkarrættin hjá Apoteksverkinum at selja alingini heilivág.
Havbúnaðarfelagið mælir Heilsu- og innlendismálaráðnum til at loysa henda grundleggjandi trupulleika, heldur enn at blíva við at pjøssa upp á verandi monopolskipan, har vinningurin hjá apotekunum verður ásettur við kunngerð, alt eftir hvør sølan er.