BankNordik selur partabrøvini í Vørði

BankNordik selur partabrøvini í Vørði
BankNordik selur øll síni partabrøv í íslendska tryggingarfelagnum Vørði í einum. Íslendski bankin Arion keypir partabrøvini fyri 280 mió. kr.
 
28.04.2016 - 09:28

BankNordik og Arion banki gjørdu treytaða avtalu í oktober í fjør um 51 prosent av partabrøvunum í fyrsta umfari. Næsta ár, í 2017, skuldi Arion keypa hini 49 prosentini.

Men íslendski tjóðbankin bað teir báðar bankarnar broyta avtaluna soleiðis, at øll partabrøvini verða seld í einum, og tey verða avroknað í íslendskum krónum, ikki í evrum. 

Bankarnir tóku áheitanina til eftirtektar, skrivar BankNordik í fráboðan til keypsskálarnar í morgun.

Vinningur og vinningsbýti

BankNordik væntar framvegis at fáa 60 mió. kr. í vinningi av partabrævasøluni umframt part av inntøkunum hjá Vørður-samtakinum í fjør. 

BankNordik miðar eftir at fremja søluna í fyrra hálvári í ár, men treytin er góðkenning hjá íslendsku myndugleikunum. 

Og tey, sum eiga BankNordik, kunnu vænta sær 100 milliónir krónur í eyka vinningsbýti í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944