- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvey ferðsluóhapp í morgun
Tvey ferðsluóhapp í morgun
Í hálkuni í morgun var eitt ferðsluóhapp var við Gøtugjógv
26.04.2016 - 10:52
Ein bilur fór útav vegnum og rullaði runt og endaði á ein parkeringsplássi longri niðri.
Umframt bilfrøaran sótu tvey børn í bilinum. Tey vóru øll væl bundin og tí var eingin fólkaskaði. Men bilurin gjørdist vrak.
Samanstoytur í Hvannasundstunnlinum
Lang bíðirøð var í Hvannasundstunnlinum í morgun, eftir at tveir bilar stoyttu saman í tunnlinum. Annar bilurin var ov seinur at koyra inn í víkiplássið, og hin bilurin rendi inn í síðuna á honum.
Hjólini á báðum bilunum gjørdust skeiv, og tí var neyðugt at toga báðar bilarnar út úr tunnlinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV