Bilarnir geva 360 mió. kr. í ár

Bilarnir geva 360 mió. kr. í ár
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni, um skrásetingargjøld, vegskatt og avgjøld
 
25.04.2016 - 11:53

Landskassin væntar at fáa 360 milliónir krónur í skrásetingargjaldi, vegskatti, bensin- og dieselgjaldi og meirvirðisgjaldi av brennievni í ár.

Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í svari til Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, sum hevur spurt um málið.

Av teimum 360 milliónunum verður roknað við at fáa 145 milliónir í skrásetingargjaldi, 107 í vektgjaldi og 108 milliónir í mvg og øðrum avgjøldum á bensini og diesel.

43 mió. til rakstur

Jørgen Niclasen spurdi, hvussu nógv landsstýrið væntar at brúka til viðlíkahald og íløgur í veganetið í ár.

Kristina Háfoss svarar, at rakstrarjáttanin til landsvegahaldið er slakar 43 milliónir kr., sum er til at reka og røkja landsvegirnar. 

Vanligt viðlíkahald er umleið 28 milliónir, og at vetrarhaldið er leysliga mett til 10 milliónir kr. 

Harumframtverða umleið fimm milliónir nýttar til m.a. fyrisiting.

Í ár er ætlanin at gera íløgur í landsvegir fyri tilsamans góðar 76 milliónir kr., upplýsir Kristina Háfoss.

Gjøldini ikki markað

Hon sigur, at hesi avgjøldini, eins og flestu onnur avgjøld, eru ikki markað til nakað ávíst endamál. 

Avgjøldini eru ein týðandi partur av landsins inntøkum, og tey eru við til at tryggja, at landið kann fíggja sínar tænastur, uttan at lønarskatturin verður ov høgur.

Kristina Háfoss sigur eisini í svarinum, at samanborið við grannalondini eru avgjøldini á akfør og brennievni ikki stór í Føroyum.

Umskipa vegskattin

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum upplýsir, at í heyst verður vegskatturin umskipaður soleiðis, at farið verður frá, at vektgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv akfarið vigar, og um akfarið nýtir bensin ella diesel.

Í staðin verður vegskatturin tengdur at, hvussu nógv akfarið dálkar umhvørvið, sigur Kristina Háfoss í svarinum til Jørgen Niclasen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371