- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fekk seks mánaðir fyri at smugla hasj
Fekk seks mánaðir fyri at smugla hasj
Føroya rættur hevur dømt ein 60 ára gamlan mann seks mánaðar fongsulsrevsing fyri brot á lógina um euforiserandi evni.
22.04.2016 - 10:16
Ein 60 ára gamal maður er dømdur fyri at hava smuglað tvey kilo av hasji inn til Føroya, og fyri at hava ætlanir um at selja hasjið í Føroyum.
Tað var hundurin hjá tollvaldinum, sum á flogvøllinum gjørdi vart við, at okkurt var í viðførinum hjá manninum. Maðurin varð tikin til eyka eftirlit, og tá funnu tolalrarnir tvey kilo av hasji fjalt í viðførinum.
Ákæruvaldið kravdi mannin dømdan 9 mánaðar fongsul, meðan verjin hjá manninum mælti til 4-5 mánaðar fongusl.
Dómarin dømdi mannin hálvt árs fongsul.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV