- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hillary vann í New York
Hillary Clinton vann týdningamikla undanvalið hjá demokratunum í gjár í statinum New York, og við hesum nærkast hon við stórum fetum tilnevningini sum valevniðtil forsetavalið 8. november.
Bæði Clinton og mótstøðumaðurin, Bernie Sanders, hava gjørt nógv burtur úr valstríðnum í New York har tey bæði hava røtur.
Clinton býr í New York, og Sanders er føddur og vaks upp í Brooklyn í New York.
Tá góð 62 prosent av atkvøðunum vórðu taldr, hevði Clinton fingið 59 prosent av atkvøðunum og Sanders 41 prosent.
Undanvalið í New York um 291 valfólk er millum tey týdningamestu av øllum statum. Bara Kalifornia hevur fleiri sessir.
Mett út frá valfólkum, er 68 ára gamla Hillary Clinton framman fyri 74 ára gamla Bernie Sanders, sum tó undan valinum í New York hevur vunnið í sjey av teimum seinastu átta tatunum, har undan val hevur verið.