- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik dregur í land
Undir yvirskriftini "Rættleiðing til KVF", skrivaði forstjórin í Eik, Súni Schwartz Jacobsen, fyrrapartin í gjár eitt tíðindaskriv á heimasíðu bankans.
Tíðindaskrivið frá bankastjóranum snúði seg um viðurskifti, sum mánakvøldið vórðu umrødd í Degi og Viku.
Í Degi & Viku var víst á, at uttanhýsis grannskoðararnir hjá Eik, KPMG í Danmark, longu í mars 2013 gjørdu bankan varugan við, at sambært donsku siðvenjunum hevði heimild neyvan verið fyri skattafrádráttinum, soleiðis sum Eik hevur kannað sær hann.
Spekt segði tað sama
Sama søgan varð endurtikin í einum uppriti frá grannskoðaravirkinum Spekt í mars 2014. Tá kom Spekt til niðurstøðuna, at Eik neyvan hevði rætt til skattafrádráttin, hvørki sum rakstrartap ella goodwill.
Í gjár sendi Eik so eina rætting til fjølmiðlarnar, har Eik førdi fram, at Kringvarpið hevði stytt setningarnar, soleiðis at tað gav eina skeiva fatan av, hvat grannskoðararnir søgdu.
"Í sendingini var steðgað við eitt komma, sum hevði vent søguni 180 stig", skrivaði Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik, í gjár.
Dagur & Vika royndu í allan gjár at fáa eina viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, so hann kundi greiða frá, hvat tað var, sum hann helt, vendi søguni 180 stig.
Sosialurin hevur eisini alment sett bankastjóranum spurning um tað sama.
Rættingin tikin av heimasíðuni
Men Súni Schwartz Jacobsen hevur ikki svarað enn. Men í dag var rættingin tikið av heimasíðuni hjá Eik.
Kringvarpið hevur aftur í morgun roynt at fáa viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen, men tað hevur ikki eydnast.