Børn hjá eldri mammum klára seg betur

Børn hjá eldri mammum klára seg betur
Børn, hvørs mammur eru eldri, fáa betri karakter og hava størri sannlíkindi fyri at koma inn á lærdan háskúla, er niðurstøðan í kanning
Eldri mammur, til dømis um 40 ára aldur, fáa børn, sum eru hægri, fáa betri karkater og hava størri sannlíkindi fyri at koma inn á lærdan háskúla, er niðurstøðan í kanning
 
19.04.2016 - 14:50

Tað hevur leingið ljóðað, at vit skulu skunda okkum at fáa børn. Jú fyrr, tess betri. Men nú vísir nýggj gransking, at ikki er neyðugt við slíkum skundi.

Tað er niðurstøðan í kanning, ið er kunngjørd í tíðarritinum, Population and Development Review, skrivar Science Daily.

Kanningin vísir, at eldri mammur, til dømis um 40 ára aldur, fáa børn, sum eru hægri, fáa betri karkater og hava størri sannlíkindi fyri at koma inn á lærdan háskúla.

Umhvørvið ávirkar eisini

Sambanber tú tvey systkin, sum eru fødd við 20 ára millumbili, fer barnið, sum varð føtt, tá mamman var í 40'inum, at brúka eitt ár meira til at útbúgva seg í enn systur ella bróðurin, sum varð føddur, tá mamman var í 20'unum.

Orsøkin til hetta er, sambært Science Daily, at frá at mamman átti fyrsta barnið til hon eigur næsta barnið, eru nógvar broytingar hendar í samfelagnum, millum annað í mun til umhvørvið, sum ger, at barn nummar tvey hevur betri fortreytir.

1,5 miliónir menn og kvinnur vóru við í royndini, sum kannaðu lutfallið millum aldurin á mammuni tá barnið varð føtt og hædd, likamliga støðu, karakterir í studentaskúla og útbúgvingina, sum tey tóku.

Tað vísti seg, at tað góða við at fáa børn seint vigaði upp ímóti vandanum, sum kann verða, tá eldri mammur fáa børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946