Vilja ikki útbyggja Tekniska Skúla

Vilja ikki útbyggja Tekniska Skúla
Meirlutin í Fíggjarnevndini mælir løgtingum til at fella uppskotið um at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík og veita skúlanum nútíðarhóskandi útgerð
 
15.04.2016 - 09:41

Tað er Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ið hevur lagt uppskotið fram.

Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini hjá samgonguni, heldur, at tá útbyggingar og nýíløgur í amboð og útgerð verða gjørdar á miðnámsskúlaøkinum, eiga hesar at verða raðfestar við støði í einum heildarsjónarmiði, galdandi fyri ymsu útbúgvingarnar og ymsu økini í landinum. Meirilutin sigur seg hava álit á, at landsstýrismaðurin í sínum raðfestingum í einum heildaratliti metir um tørvin á útbygging av og nýggjum tólum og amboðum til Tekniska Skúla í Klaksvík.

Hinvegin heldur minnilutin í Fíggjarnevndini, tað eru umboðini hjá andstøðuni, at nú umstøðurnar hjá Tekniska Skúla í Tórshavn verða munandi betraðar sum partur av Glasi, er tað av alstórum týdningi, at tilboðini til ung aðrastaðni í landinum verða betrað og í mest møguligan mun javnsett. 

Minnilutin sigur, at verkstøðini á Tekniska Skúla í Klaksvík eru ikki dagførd, síðani tey vórðu bygd seinast í áttatiárunum. Tí er alneyðugt at geva skúlanum møguleika at útvega sær nýggjastu amboðini, so næmingarnir verða kunnaðir við tær arbeiðsumstøður, sum eru galdandi á byggimarknaðinum í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109