- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiriluti fyri røkjan av tveimum sessum
Meirlutin í Rættarnevndini, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Anniku Olsen og Jákupi Mikkelsen, tingfólkum fyri Fólkaflokkin, um at borgarstjórar, sum arbeiða fulla tíð, ikki samstundis skulu vera í løgtingslimir, sum eisini er eitt fulltíðarstarv.
Meirilutin metir, at borgarstjórar verða fyri demokratiskum mismuni í mun til aðrar borgarar í landinum, og vísur millum annað á, at borgarstjóraembætið er ikki umfatað av lógarregluni um, at tingfólk bert kunnu hava hálvt alment
starv við síðuna av tingstarvinum. Tað liggur hjá kommununum sjálvum at taka avgera, um borgarstjórin kann røkja tvey størv í senn.
Tá talan er um arbeiðsbyrðu, heldur meirilutin heldur ikki, at nakað er, sum talar fyri, at nakar munur er á at røkja løgtingssessin saman við einum borgarstjórasessi ella at røkja hann saman við onkrum øðrum fulltíðarstarvi. Tí metir meirilutin ikki, at stór arbeiðsbyrða er ein saklig grundgeving fyri einsíðugt at forða borgarstjórum eisini at røkja ein løgtingssess.
Minnilutin, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum vísur á, at tað er bara loyvt at hava hálvt alment starv við síðuna av løgtingssessinum, men at borgrastjórar eru undantiknir hesum. Minnilutin heldur, at hetta undantakið eigur at verða avtikið, so øll í almennum starvi verða javnsett, og mælir tí til at samtykkja uppskotið, og skjýtur upp, at lógin kemur í gildi fyrsta januar 2017. Tað er, tá nýggju bý- og bygdarráðini taka við, eftir bý og bygdaráðsvalini, sum verða í november.
Í løtuni eru tríggir borgarstjórar í løgtinginum, Kristin Michelsen, sum er formaður í rættarnevndini, og sum mælir frá at samtykkja uppskotið. Hann er borgarstjóri á Tvøroyri. Heðin Mortensen er borgarstjóri í Havn og Pauli Petersen er borgarstjóri í Vestmanna.
Magnus Rasmussen var borgarstjóri í Runavík, tá hann varð valdur á ting í fjør, men fór úr borgarstjórasessinum fyrsta januar í ár. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, varð eisini valdur í løgtingið í fjør, men Klaksvíkar býráð vildi ikki loyva honum at røkja báðar sessirnar, og tí hevur hann farloyvi úr løgtinginum.