Sleppa ikki undan skatti

Sleppa ikki undan skatti
Løgtingið hevur felt eitt uppskot hjá Fólkaflokkinum um at sleppa heimavirki í Føroyum undan skatti og avgjøldum
 
15.04.2016 - 08:17

Undirtøka var annars fyri tí í løgtinginum, men umboðini hjá samgonguni í Fíggjarnevndini søgdu, at samgongan er í ferð við at endurskoða skattalógina og avgjaldslógirnar. Tað arbeiðið skal vera liðugt á nýggjárinum.

Meirilutin í Fíggjarnevndini helt, at landsstýriskvinnan eigur at skipa so fyri, at skattaviðurskiftini hjá teimum, sum fáast við heimavirki, verða greinað í hesum sambandi. Meirilutin er samdur við Jørgeni Niclasen, sum legði uppskotið fram, um, at skattur og avgjøld eru forðingar hjá teimum, sum fáast við heimavirki.

Minnilutin í Fíggjarnevndini mælti løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen søgdu, at samgongan hevði her møguleikan at gera nakað munagott fyri tey, sum fáast við heimavirki, men í staðin fyri verður málið goymt í einari av mongu nevndunum, sum samgongan hevur sett at orða politikkin, sum samgongan skal føra, eisini á hesum økinum.

Drúgt orðaskifti var um málið við aðru viðgerð í gjár, men tá atkvøtt varð, vóru 11 atkvøður fyri og 13 ímóti, og uppskotið fall sostatt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109