Taka undir við fríhandilssáttmála

Taka undir við fríhandilssáttmála
Uttanlandsnevndin í Løgtinginum tekur undir við uppskotinum frá landstýrismanninum um fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland
 
08.04.2016 - 09:14

Ein samd uttanlandsnevnd tekur undir við uppskotinum frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, um fríhandilssáttmála millum Føroyar og Turkaland.

Poul Michelsen sigur, at turkiski marknaðurin er áhugaverdur hjá føroyskum útflytarum. Serliga er áhugi fyri at útflyta uppsjóvarfisk og upsa.

SÍ EISINI Vil hava fríhandilssáttmála góðkendan

Eisini hevur alivinnan víst áhuga fyri at flyta út laks á turkiska marknaðin. Í 1992 varð fríhandilssáttmáli gjørdur millum EFTA og Turkaland.

Sáttmálin hevur givið okkara kappingarneytum í Íslandi og Noregi kappingarfyrimun, tí føroyskar vørur noyðast at gjalda millum 25 og 49 prosent í tolli á turkiska marknaðinum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.

Turkaland og Føroyar skrivaðu undir fríhandilssáttmálan fyri jól í 2014, men í løtuni er ógreitt, nær turkiskir myndugleikar fara at góðkenna sáttmálan. Løgtingið fer at atkvøða um fríhandilssáttmálan við Turkaland týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109