Undrast á lítlu rentuna

Undrast á lítlu rentuna
Andstøðan í Løgtinginum undrast á, at rentan av uttanlandsskuldini er so lítil, sum sagt verður í játtanarkarminum, sum Løgtingið fekk í síðstu viku
 
06.04.2016 - 18:31

Hesa ferð stendur rentan at vera 2,6 milliónir krónur. Í fjør var sama tal umleið 70 milliónir krónur, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Rentuberandi nettoskuld Føroya er 2,2 milliardir krónur. Á Fígging Landsins verður sagt, at uppgerðin av rentuinntøkum og rentuútreiðslum er broytt, at lán eru umfíggjað, og at rentan í tí sambandi er munandi lækkað.

Í 2016-17 er lán umfíggjað og rentan í tí sambandi lækkað úr 3,75 niður í eitt prosent. Tað gevur eina sparing í 2016 í rentuútreiðslunum uppá 18 milliónir krónur.

Í mai 2015 varð lógin broytt, heimild er at plasera ogn øðrvísi, og tað gevur hægri rentuinntøkur, verður sagt á Fígging Landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109