Trivnaðarnevndin vil hava upprit

Trivnaðarnevndin vil hava upprit
Trivnaðarnevndin vil nú hava løgtingsumsitingina at gera eitt upprit í sambandi við uppskotið um at broyta hjúnabandslógina
 
01.04.2016 - 08:07

Trivnaðarnevndin vil hava greiði á 13 spurningum, eftir at eitt broytingaruppskot varð lagt fram við aðru viðgerð, tá Løgtingið viðgjørdi uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kunnu vígast borgarliga.

Millum annað vil ein samd nevnd hava at vita, um so er, at grein 14, stk. 2 verður strikað, verður tað so bundið fyri soleiðis, at kirkjan hvørki skal ella kann signa samkynt, borgarligt hjúnalag.

SÍ EISINI Óvist nær nevndin verður liðug

Katrin Kallsberg, forkvinna í Trivnaðarnevndini, hevur fyrr sagt, at uppskotið kemur úr nevnd aftur, áðrenn tingið fer í summarfrí. Sambært álmanakkanum hjá tinginum, fer Løgtingið í summarfrí flaggdagin, 25 apríl.

Er málið ikki komið úr nevndini tá, ella verður tað ikki samtykt endaligt við triðju viðgerð, áðrenn tingið fer í summarfrí, dettur málið burtur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109