- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið til aðru viðgerð
Uppskotið til aðru viðgerð
Nógv umrødda uppskotið um at selja part av kvotuni í Barentshavinum og part av uppsjóvarkvotuni er til aðru viðgerð í Løgtinginum í dag
31.03.2016 - 08:01
Enn er ógreitt um full undirtøka er í samgonguni fyri uppskotinum. Kristin Michelsen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum og borgarstjóri á Tvøroyri, vil ikki siga, um hann tekur undir við uppskotinum.
SÍ EISINI Óvist um hann tekur undir við uppskotinum
Verður uppskotið um uppboðssølu samtykt, ger tað seg inn á givin veiðurættindi og lønarsáttmálarnar. Tað heldur Reiðarafelagið.
Reiðarafelagið sigur í tíðindaskrivi, at talan er um inntriv i veiðirættindi. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13:30.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV